|
|
- am. drama frá 2017
USA 1973. Hon er heimsmeistari í tennis, Billie Jean King (Emma Stone), og hon er troytt av, at mannligu felagar hennara fáa nógv meir í løn enn hon, og sum mótmæli tekur hon seg burtur úr teimum stóru kappingunum. Tað fær fyrrverandi tennismeistara og manssjavinist Bobby Riggs (Steve Carell) til at bjóða Billie Jean at spæla ein dyst ímóti honum, so hann einaferð fyri allar kann prógva, at menn eru fremri enn kvinnur. Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Upprunah.: Battle of the Sexes
Við eru: Billie Jean King: Emma Stone, Bobby Riggs: Steve Carell og Marilyn Barnett: Andrea Riseborough. Við eru eisini: Rosie Casals: Natalie Morales. Gladys Heldman: Sarah Silverman. Jack Kramer: Bill Pullman. Cuthbert ´Ted´ Tinling: Alan Cumming.Priscilla Riggs: Elisabeth Shue. Handrit: Simon Beaufoy. Leikstj.: Jonathan Dayton.
Framl. ár: 2017
Framl.: Fox
|