|
|
- am. ævintýrdrama frá 2019, óhósk. fyri børn
David Dunn (Bruce Willis), Kevin Wendell Crumb (James McAvoy) og Mr. Glass (Samuel L. Jackson) verða allir innlagdir á sama, væl tryggjaða sinnissjúkrahúsið, tí teir halda seg hava superkraft. Ein sálarsjúkulækni skal royna at fáa teir at síggja, at superevnini ikki eru annað enn skeiv fatan. Men tá superskurkarnir´ Mr. Glass og Kevin flýggja av stovninum, er bara ein, sum kann steðga teimum. Filmurin er framhald av ´Unbreakable´ (2000) og Split (2016).
Leikarar: Kevin Wendell Crumb: James McAvoy, David Dunn: Bruce Willis og Elijah Price: Samuel L. Jackson. Við eru eisini: Dr. Ellie Staple: Sarah Paulson. Casey Cooke: Anya Taylor-Joy. Joseph Dunn: Spencer Treat Clark. Fru Price: Charlayne Woodard. Daryl: Adam David Thompson. Handrit og leikstj.: M. Night Shyamalan.
Framl.ár: 2019
Aldursmark: 15
|