|
|
- am. actionf. frá 1987, óhósk. fyri børn
Lastbilførarin Lincoln Hawk (Sylvester Stallone) hevur av álvara ryggin ímóti múrinum. Fyrrverandi konan Christina (Susan Blakely) liggur fyri deyðanum, so Lincoln má í skundi koyra tvørtur um USA at heinta sonin Michael (David Mendenhall), sum gongur á hernaðarskúla. Men huglagið teirra millum er alt annað enn hjartaligt. Michael kann ikki fyrigeva, at Lincoln fór frá familjuni fyri fleiri árum síðan. Leikarar: Lincoln Hawk: Sylvester Stallone, Christina Cutler-Hawk: Susan Blakely og Michael Hawk: David Mendenhall.
Við eru eisini: Jason Cutler: Robert Loggia. Bull Hurley: Rick Zumwalt. Tim Salanger: Chris McCarty. Ruker: Terry Funk. Collins: Allan Graf
Handrit: Gary Conway og David Engelbach.
Leikstj.: Menahem Golan.
Upprunah.: Over the Top.
Framl.ár: 1987.
Filmurin er óhóskandi fyri børn.
|