|
|
- am. skemtifilmur frá 2009
(Ghosts of Girlfriends Past)
Connor Mead er gamal drongur, fegnast um frælsi, veitslur og kvinnur, og hann er sjáldan saman við somu kvinnu í langa tíð. Beiggi hansara Paul er heilt øðrvísi, og hann skal giftast, men kvøldið fyri brúdleypið eydnast tað Connor at oyðileggja góða hýrin, sum gestir og brúðarpar eru í, teirra millum barnavinkan hjá Connor, Jenny, sum ongatíð hevur hildið Connor vera nakað serligt. Áðrenn tað eydnast Connor at oyðileggja brúdleypið, kemur deyði pápabeiggi hansara Wayne við boðum úr hinum heiminum, og so fær Connor okkurt at hugsa um.
Leikarar: Connor Mead: Matthew McConaughey. Jenny Perotti: Jennifer Garner. Wayne, Michael Douglas. Sandra: Lacey Chabert. Sergeant Volkom: Robert Forster. Vonda Volkom: Anne Archer. Paul: Breckin Meyer. Alison: Emma Stone. Brad: Daniel Sunjata. Melanie: Noureen DeWulf.
Leikrit: Jon Lucas og Scott Moore.
Leikstjórn: Mark Waters.
|