|
|
- am. familjufilmur frá 1992 - óhósk.fyri smáb.
Einsamalllur heima 2: Gloymdur í New York (Home Alone 2: Lost in New York) er framhald av tí fyrsta filminum Einsamallur heima frá 1990 . Chris Columbus leikstjórnaði og John Hughes skrivaði handritið til filmin.
Familjan McCallister fer til Miami, men gloymir sonin Kevin eftir á flogvøllinum í Chicago. Kevin endar í einum flogfari, sum fer til New York. Tíbetur hevur hann gjaldskortið hjá pápanum, og flytur inn á fínasta hotell í New York, Plaza. Á hotellinum fær hotellstjórin illgruna til Kevin, tí hann heldur, at gjaldskortið er stolið. Seinni hittir Kevin sínar gomlu fíggindar Marv og Harry, sum avgjørt ikki hava gloymt viðferðina, Kevin gav teimum seinast, teir hittust.
Leikarar: Macaulay Culkin, Joe Pesci, Daniel Stern, John heard, Catherine O?Hara, John Candy o.a.
|