|
|
- við Morten Spiegelhauer
Danska umhvørvislógin slær fast, at Danmark skal ganga undan, tá ið um umhvørvið ræður og geva íblástur og ávirka heimin allan. Men er tað at ganga undan, tá landið hvørt ár innflytur og brennur fleiri milliónir tons av timbri, ella lumpa danir seg sjálvar? Tí hóast tey flestu hugsa um vindmyllur og sólsellur, so eru tveir triðingar av varandi orkuni úr sokallaðum "biomasse" (lívmegn). Høvuðsparturin av hesum er træ. Spurningurin er, um tilfarið, sum verður innflutt sum flis o.a hevdi verið betri brúkt til annað endamál enn brenni? Og hví stuðlar Danmark træbrenni, tá leiðandi serfrøðingar ráða til at taka stuðulin burtur og heldur leggja avgjald á, so minni verður brúkt av hesum?
? Framl.ár:2024
|