|
|
- fø. barnarøð frá 2024
Vinus og Vimús baka. Og øll kunnu læra seg. Uttan at brenna seg av nøkrum heitum ovni. Bara brúka ein ikki hvassan knív, og bara kanska stoyta eitt lítið sindur av mjólk.
Vinus dugir at minnast til alt og savnar alt saman, sum skal brúkast; hvat skal fyrst í, og hvat skal aftaná. Og so smakkar tað væl eisini.
Tað er væl funnið uppá, og tann góða bókin datt knappliga av hillini, og tað er um eina kráku, sum dámar væl at savna saman. Tað er ´Lítla kráka samlar´.
Tá ið Vimús er farin eftir hugskotinum hjá sær, so kemur Vinurin. Hann má ansa væl eftir, tá hann klívur inn, tí tær leskiligu kúlurnar, sum Vinus og Vimús hava gjørt, liggja í einari skál í vindeygakarminum. Men tá Vinurin hevur funnið eitt ljóðføri inni hjá Vinusi, so fara teir at syngja og spæla ein bakisang, og Vinurin spælir uppá grýtur og lok og annað úr køkinum.
|