|
|
- fø. barnarøð frá 2024
Vinus og Vimús eiga lummalyktir. Vinus eigur tvær. Og tá ljósið fer, so er gott at eiga lummalyktir. Og Vinus dugir at gera skuggar í ymsum litum. So tann bláa lummalyktin lýsir blátt, tann reyða lýsir reytt, og tann grøna lýsir grønt. Og so spæla Vinus og Vimús eisini skuggaspæl. Tað er lætt at gera.
Vinus smekkar høvdið í bókahillina, og so dettur bókin. Tað er góða bókin um Lítla Lávus, sum ikki er so illur kortini.
Aftur hesa ferð kemur Vinurin, hann klívur inn gjøgnum vindeygað, men hevur heldur einki ljóðføri við hesa ferð, og so fer hann at lána okkurt frá Vinusi. Teir fara at syngja og spæla um Óla, sum eisini eigur eina lummalykt.
|