|
|
- bretskt/am. drama frá 2016
27 ára gamla Louisa Clark (Emilia Clarke) býr í eini vakrari bygd og skiftir ofta arbeiði. Fyri at fáa endarnar at røkka saman, tekur hon á seg arbeiðið at røkta ríkmannin Will Traynor, sum situr í rullistóli. Hann hevur verið negativur og beiskur um alt, síðan hann gjørdist óhjálpin eftir eina álvarsliga vanlukku. Louisa avger, at hon skal vísa honum, at lívið hóast alt er vert at liva.
Filmin leikstjórnar Thea Sharrock, og Emilia Clarke, kend úr sjónvarps-røðini ´Game of Thrones´, hevur høvuðsleiklutin.
Leikarar: Louisa Clark: Emilia Clarke, William Traynor: Sam Claflin og Camilla Traynor: Janet McTeer.
Við eru eisini: Steven Traynor: Charles Dance. Patrick: Matthew Lewis. Nathan: Stephen Peacocke. Katrina Clark: Jenna Coleman. Alicia: Vanessa Kirby. Bernard Clark: Brendan Coyle.
Handrit: Jojo Moyes eftir síni egnu skaldsøgu.
Leikstj.: Thea Sharrock.
Upprunaheiti: Me Before You
Framl. ár: 2016
|