|
|
- fø. barnarøð frá 2024
Vinus og Vimús leggja orðini á borðini. Tað er stuttligt at bera upp á rím, tað kunnu øll. Tað ræður um at lurta, so knappliga eru har tvey orð, sum ríma. Tað er stuttligt at tíma at ríma. So tað er bara at fara.
Og tá nóg nógv orð eru har, so ber til at fortelja eina heila søgu.
Tá ið bókin dettur av hillini, so hoyrist eitt bums. Og Vinus og Vimús hoyrdu rætt, tí bókin datt í ein hatt. Góða bókin er um Jónu, sum fer í býin at keypa skógvar. Í býnum er nógv at síggja og hoyra, so hon má ansa sær ikki at missa mammu sína burtur.
Tá Vimús fær eitt hugskot afturat, og fer eftir sínum tingum, sum ríma, so kemur Vinurin at spæla ein sang saman við Vinusi. Hann klívur inn gjøgnum vindeygað, og aftur hesa ferð hevur hann einki ljóðføri við, men lænir okkurt, sum Vinus eigur. Og sangurin, sum teir spæla, er um eina mús, og sangurin ber upp á rím. Tað er um ein (aðra) mús, sum býr í kirkjuklokkuni.
|