|
|
- am. skemtif. frá 2008
Jane er romantisk og elskar brúdleyp. Hon hevur verið brúðargenta 27 ferðir, men hon kundi eisini hugsað sær at verði brúður og helst við stjóranum sum brúðgómi. Men yngra systir Jane, Tess, vil nakað annað og høggur klørnar í stjóran hjá Jane og heitir á Jane um at skipa fyri brúdleypinum. Jane er forsyndað, og hon ger av at reisa uggafjøðrina, so hon ikki skal enda sum brúðargenta fyri 28. ferð. Nú byrjar ein nýggjur kapittul í lívinum hjá Jane, har hon sjálv er høvuðspersónurin.
|