|
|
- amr. action-thriller frá 2021
Hin ískaldi leigudrápsmaðurin The Virtuoso (Anson Mount) fær eina óvanliga uppgávu: Hann skal gera av við ein annan leigudrápsmann. Einastu upplýsingar, hann hevur fingið, eru eitt tíðspunkt og ein staður. Øllum hinum má hann sjálvur finna útav. Tá ið hann kemur til tann litla býin, har morðið skal fara fram, ivast hann, hvør man vera málið. Harafturat er hann komin í føvningin á eini servitrisu, tað kompliserar støðuna enn meira. Tað, ið skuldi verið ein einføld uppgáva, gerst eitt vandamikið spæl, har hann sjálvur er í vanda fyri at verða offur.
Leikandi: The Virtuoso: Anson Mount, servitrisa: Abbie Cornish og Mentor: Anthony Hopkins.
Framl.ár:2020
Aldursmark:15
|