|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Vangamyndin:
Janus í Gong er í vangamyndini, og Janus er úti í Hesti, í húsunum hjá ommubeiggjanum. Janus vísir Felisiu ymiskt í bygdini, og eisini ymiskt sum hann plagar at spæla við. Eitt nú at telgja, saga og smíða veðurhanar og bátar. Tað ger hann í kjallaranum.
Men eisini veit Janus hví Hestur eitur Hestur, og so var tað eisini søgnin um risarnar, sum steinaðu stórar steinar eftir hvørjum øðrum.
Og so dugir Janus at brenna sneisabreyð.
Git:
Og so....... Mínar Damur og Harrar...... ber til at gita. Hvørjum hundurin líkist.
Hundurin er í einari troyggju, - ber til at gita hvat hann er nú? ...Nei? ..... so fer hann í okkurt afturat, - ber til at gita rætt nú? .....ella um hann fer í ...... nei, sigi ikki meir!
Tað stuttliga er, at hundurin hevur hendur.........
Gykl:
Og NÚúúúúúú......so verður gyklarin eisini við. Hesaferð fer gyklarin at brúka vatn, eitt pappír, okkurt at skriva við, og eitt glas.
Skorin frukt:
Kob er heima, knívarnir eru klárir at skera við, og hon dugir væl at finna uppá.
Hesaferð er tað ein gul frukt, ið verður skorin. Enn eitt gott hugskot til matpakkan ella at bjóða gestum. Og sjálvandi sleppur Felisia at royna seg.
Felisia J. Helmsdal er 11 ár, og hon er vertinnan í sendingini.
|