|
|
- føroysk barnasending frá 2010
Í sendingini verður vístur ein stuttur, góður filmur um happing, og aftan á koma leikararnir í sjónvarpsstovuna at greiða frá. So skulu vit eisini læra at tekna, og tí er neyðugt at hava pappír, blýant og tusj hjá sær, tá sendingin byrjar. Setið tykkum væl til rættis, so skulu tit bara síggja, ...og vónandi eisini læra, at tað væl ber til at trumma, hóast eingin trumma er. Børn úr frískúlanum á Velbastað spæla við og tosa um filmarnar. Janus fer at vísa hvussu man teknar, og Brandur er trummulærarin, sum saman við Aldu, Vár og Poul Jóhan fara at trumma saman við øllum, sum hyggja. Í hesi sendingini síggja vit góðar filmar. Og læra bæði at trumma og tekna. Ert tú við?
Lív Næs er vertur. Páll Danielsen leggur til rættis.
|