|
|
- føroysk barnasending frá 2014
Alt í 1um ? ummæli 3.partur ? 4.umfar:
Vangamyndin:
Óli J. Horn og Heini W. Finnsson eru í vangamyndini báðir. Og teir taka ímóti Felisiu, sum kemur til Svínoyar at vitja. Og teir duga væl at greiða frá, fyrst var Svínoy ein flotoyggj, men so ..... fór eitt svín upp á land, og so varð oyggin føst.
Eisini er ein heilt serstakur fuglur í Svínoy, sum knappliga setir seg tætt hjá. Fuglurin eigur at vera gráur og svartur, men hesin er hvítur og brúnur.
Annars so geva Heini og Óli seyðinum, spæla í svimjihylinum (sum er úti), taka upp eplir og eisini fanga teir horngeilar, og Felisia sleppur við.
Git:
Og Mínar Damur og Harrar...... nú ber til at gita hvørjum hundurin líkist.
Hundurin er fyrst í einari blusu, - ber til at gita hvat hann er nú? ...Nei? ..... So fer hann í eitt skinn, - ber til at gita rætt nú? .....men so ...... nei, sigi ikki meir!
Hundurin hevur hendur.........og tað sær stuttligt út.
Gykl:
Og so NÚúúúúúú...... er gykl eisni á skránni.
Hesaferð fer gyklarin at brúka salt og pipar og eina ballón.
Skorin frukt:
Tá Felisia kemur við fruktini er Kob longu klár.
Hvat verður fruktin skorin til í dag? Ja, tað er alt eftir hvør fruktin er.
Men eitt er vist ? tá fruktin er skorin, hava øll sum hyggja, fingið enn eitt hugskot til gestirnar ella matpakkan.
Felisia J. Helmsdal er 11 ár, og hon er vertinnan í sendingini.
Tað eru Elin Dagbjartsdóttir Neshamar og Páll Danielsen, ið leggja til rættis.
|