|
|
- føroysk barnasending frá 2010
Lív bjóðar fyrst vælkomin til sendingina. Og hesin happifilmurin fer vónandi at vísa tær, hvussu keðiligt tað er, um tú ikki eigur sama slag sum øll hini. Aftaná fara tríggir av sjónleikarunum at tosa við Lív um hvat hendi. Og tú sum hyggur kanska lærir okkurt av tí. Í øllum førum lærir tú okkurt, tá fari verður í kjallaran at tekna og at trumma. Tekningin hjá Janusi verður aftur ein nýggj. Og hevur tú roynt heima? Riggar tað við viskileðri og litum? Og hvussu við trummuljóðinum? Ja, Brandur veit altíð okkurt, og manst tú ikki duga betri nú enn í allarfyrstuni?
Um tú hevur blýant, pappír og tusj, og eisini hevur gjørt av hvørjum ljóði tú fert at trumma við í dag, - ja, so ert tú heilt víst við.
Ert tú við?
|