|
|
- á ferð í arktis í 20 minusstigum
Í norðurnoregi bíða Mikkel og familjan eftir, at vetrarstormarnir hæsa av, so Wallenberg kann fara um Barentshav við kós móti Svalbard. Bíðitíðin verður brúkt til at vitja vinfólkini Andreu og Tobias, sum búgva við markið millum Russland og Noreg. Nú sleppa Mikkel og tey rættiliga at royna seg, tí tey skulu sova undir opnum himli, har eru nógv minusstig og vakurt glógvandi norðlýsi.
Við eru: Mikkel Beha Erichsen, Marian Midé, Emil Midé Erichsen, Louise Ravn Otte og Hugo, Alfred Midé Erichsen, Theis Midé Erichsen og Ida Svarre.
Framl.: Bermuda
Framl. fyri: TV 2 DK
Framl. ár: 2019
|