|
|
- føroysk barnasending frá 2010
Fyrst bjóðar Lív vælkomin til sendingina, og so fer hon at vísa ein film, sum kanska serliga gentur kenna aftur. Filmurin og prátið við sjónleikararnar snýr seg í dag um, um tað ber til at happa uttan at siga nakað.
Og so er at hava blýant, tusj og pappír til reiðar, tí aftur í dag fer Janus at læra teg at tekna nakað, sum tú ikki dugir enn ... ert tú við?
Og Brandur og tey fara at læra meir um at trumma. Fleiri ymisk trummuljóð.
Finn eitt gott ljóð ... og ja, so er tú við. Ert tú við?
|