|
|
- am. drama frá 2015
Amerikanski súkklarin Lance Armstrong (Ben Foster) er ein góð søga, tí hann vinnur á testikelkrabba - og vinnur Tour de France sjey ár á rað. Men tað er næstan ov gott at vera satt, so bretski tíðindamaðurin David Walsh kannar nærri, um Armstrong kann hava verið dopaður. Hann finnur tekin um, at Armstrong lýgur - men kann hann prógva, at ítróttarfyrimyndin hevur svikað? Filmurin byggir á veruligar hendingar.
Leikarar: Lance Armstrong: Ben Foster, David Walsh: Chris O´Dowd og Bob Hamman: Dustin Hoffman. Við eru eisini: læknin hjá Lance: Michael G. Wilson. Michele Ferrari: Guillaume Canet. Floyd Landis: Jesse Plemons. Frankie Andreu: Edward Hogg. Bill Stapleton: Lee Pace.
Handrit: John Hodge eftir heimildarrit hjá David Walsh. Leikstj.: Stephen Frears.
Framl.ár: 2015
|