|
|
- føroysk sending frá 2005
Í sambandi við Altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum, sum er 25. november, hava vit verið í savninum og valt hesa sendingina, sum varpar ljós á eyðmýktar kvinnur, sum Kvinnuhúsið til dagliga arbeiðir við.
Nevan í andlitið, eitt slag í búkin ella kanska eitt skump oman í gjøgnum trappurnar. Tað er ofta ein partur av gerandisdegnum hjá kvinnum, sum enda í parlagi við einum harðligum manni. Sjálvt um harðskapur í móti kvinnum er nakað dult, sum ferð fram í tí privata, so eru fleiri ábendingar um, at tað er nógv vanligari, enn vit halda. Í sendingini hitta vit tvær kvinnur, sum hava ringar royndir av harðskapi. Onnur er uppvaksin við einum harðligum pápa, og hin livdi í meira enn 20 ár saman við einum manni, sum bukaði hana.
Í sendingini vitja vit eisini í Kvinnuhúsinum og práta við løgreglu og skaðastovu.
Sendingin "Ekkó um eyðmýktar kvinnur" er frá 2005.
|