|
|
- føroysk sendirøð (2:3)
Tað tekur ta tíð, tað tekur. Soleiðis hevur Jan Rasmussen hugsað tey seinastu 7 árini, hann hevur umvælt heimið í Varðagøtu. Hetta er eitt hús, har sjálvt minstu smálutirnir hava týdning.
Á Signabø búgva Eiler Fagraklett og Jan Terji Edmundson. Teir hava hvør sín stíl, tá tað snýr seg um innrætting, men hava megnað at samantvinna minimalismu og maksimalismu í hugnaliga og øðrvísi húsinum á Signabø.
|