|
|
- am. drama frá 2008
Hvørji jól fara Brad og Kate suðureftir fyri at sleppa undan fráskildu foreldrunum og øðrum køvisligum í familjuni. Men í ár verða jólini øðrvísi, tí mjørki steingir floghavnina, og av ymiskum óhepnum orsøkum noyðist parið at halda jól fýra ferðir í ein dag. Tað verður ein rokaligur dagur, har jólast verður í botn. Spurningurin er bara, um parlagið hjá Brad og Kate er lív lagað eftir øll hesi jólini.
Leikarar: Brad: Vince Vaughn, Kate: Reese Witherspoon og Howard: Robert Duvall. Paula: Sissy Spacek, Creighton: Jon Voight. Denver: Jon Favreau. Marilyn: Mary Steenburgen. Pastor Phil: Dwight Yoakam.
Leikrit: Matt Allen, Caleb Wilson, Jon Lucas og Scott More.
Leikstjórn: Seth Gordon.
|