|
|
- da. heimildarfilmur um Bergithe Johannessen
Listakvinnan Bergithe Johannessen (1905-1995) var eitt undangongufólk bæði sum listafólk og kvinna. Sum fyrsti føroyingur nakrantíð fekk hon eina akademiska, altjóða listaútbúgving. Einans 17 ára gomul bleiv hon í 1923 upptikin á Sidcup School of Art í London, og í 1925 slapp hon inn á listaakademiið í Keypmannahavn.
Hennara listaligu avrik telja hundraðtals málningar: Serliga vatnlitsmálningar, ið avmynda føroysku náttúruna. Nógvir eru í dag at finna í ymsum føroyskum og donskum heimum. Listasavn Føroya eigur 11 verk eftir Bergithe Johannessen í samlingini ? 10 vatnlitsmálningar og ein oljumálning.
Men hvør var henda listakvinnan? Gjøgnum samrøður við føroyskar serfrøðingar, umframt kenningar og skyldfólk hjá listakvinnuni, sigur heimildarfilmurin ?Summargesturin? søguna um eina sjáldsama kvinnu, sum breyt við normarnar og forðingarnar í sínari samtíð. Filmurin vísur somuleiðis eina rúgvu av málningum og myndum eftir Bergithe Johannessen, sum filmsliðið hevur funnið fram hjá privatum eigarum í Føroyum og Danmark.
Tað er Thin Green Line Productions, ið hevur framleitt filmin. Filmurin er stuðlaður av Mentanargrunni Landsins og Statens Kunstfond.
|