|
- heimildarfilmur um Róin Siggertsson
Aftan á næstan 30 ár í Danmark flytur tónleikarin Róin Siggertsson aftur til Vestmanna. Tað er tó ikki lætt at finna fótafestið í heimbygdini, og hann umhugsar at flyta av landinum aftur. Men so hendir tað óvæntaða: Hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl og endurhugsa sína støðu. Dokumentarfilmurin er eitt rátt og erligt portrett við tónleiki eftir Róini ?roWan? Siggertsson sjálvum.
|