|
|
- am. drama frá 2013, óhósk. fyri smáb.
Tú hevur 30 dagar eftir at liva! Tað eru boðini, sum kovboyarin og rúsevnismisnýtarin Ron Woodroof (Matthew McConaughey) fær, tá hann fær staðfest AIDS í 1986. Men Ron leggur seg ikki at doyggja, hann fer at leita eftir viðgerð fyri lívshóttandi sjúkuna. Í Mexico uppdagar hann eitt slag av medisini, sum amerikansku myndugleikarnir ikki hava góðkent. Medisinið virkar, og hann smuglar evnið inn í USA, har hann selur tað víðari í geikaraumhvørvinum. Men myndugleikarnir eru í hølunum á honum.
Filmurin byggir á veruleikan og varð løntur við trimum Oscar heiðurslønum.
Leikarar: Ron Woodroof: Matthew McConaughey, Rayon: Jared Leto og Dr. Eve Saks: Jennifer Garner.
Harafturat eru: Tucker: Steve Zahn. Dr. Sevard: Denis O´Hare. T.J.: Kevin Rankin. David Wayne: Dallas Roberts. Dr. Vass: Griffin Dunne. Francine Suskind: Jane McNeill. Richard Barkley: Michael O´Neill.
Handrit: Craig Borten og Melisa Wallack.
Leikstj.: Jean-Marc Vallée.
Uppr. heiti: Dallas Buyers Club
Framl. ár: 2013
|