|
|
- am. spenningsdrama frá 2015, óhósk.fyri børn
Undir kalda krígnum tekur FBI tann sovjetska agentin Rudolf Abel í New York, og tá eitt amerikanskt U-2 njósnaraflogfar verður skotið niður yvir Sovjetsamveldinum, vil USA býta njósnaran Abel um við amerikanska flogskiparan, som russarar hava tikið. CIA velur at lata amerikanska advokatin hjá Abel, James Donovan, standa fyri samráðingunum við russar, og hann verður sendur til tað sundurbýtta og bumbaða Berlin at gera eina avtalu um umbýting.
Steven Spielberg hevur leikstjórnað, og filmurin byggir á veruligar hendingar. Filmurin er tilnevndur seks Oscars, m.a ´Besti filmur´.
Leikarar: James Donavan: Tom Hanks, Rudolf Abel: Mark Rylance og Mary Donavan: Amy Ryan.
Við eru eisini: Thomas Watters: Alan Alda. Francis Gary Powers: Austin Stowell. Agent Blasco: Domenick Lombardozzi. Murphy: Jesse Plemons. Wolfgang Vogel: Sebastian Koch. Carol Donavan: Eve Hewson.
Handrit: Matt Charman, Joel Coen og Ethan Coen.
Leikstj.: Steven Spielberg.
Upprunah.: Bridge of spies
Framl. ár: 2015
|