|
|
- føroysk røð frá 2001
Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi -
føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu profesionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er
um dokumentarsendingar, og í hesu fyrstu sendingini verður hugt at søguligu og samfelagsligu bakgrundini fyri hesi listagrein. Eisini verða tey fólk, sum vóru við til at leggja lunnar undir hesa listagreinina í Føroyum,
umrødd.
Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson.
Programmleiðsla: Ivan Niclasen.
|