|
|
- sending hjá Ragnari A. Jacobsen
Hvørt hóskvøld tosar Ragnar A. Jacobsen við rokkstjørnur úr øllum heiminum í sendingini Ragnarrokk í útvarpinum. Herfyri hitti Ragnar oddamannin í kenda amerikanska tungmálsbólkinum Sevendust, Lajon Witherspoon. Hetta var í samband við eina konsert hjá Sevendust í Oslo í januar. Høvið fyri samrøðuni var nýggja plátan hjá Sevendust, "One", ið bleiv útgivin 1. mai, og sum er tann 15. í pláturøðini hjá bólkinum. Samrøðan við Lajon Witherspoon bleiv eisini filmað, og tað gevur okkum eitt innlit í ótroyttiliga arbeiðið hjá Ragnari A. Jacobsen við at varpa ljós á rokk- og tungmálmstónleik.
|