|
|
- inni í eini holu, før. barnasending frá 2024
Vinus og Vimús
1.partur 3. umfar:
Vinus og Vimús eru inni, tí tað er ódnarveður úti. Tá er gott at vera inni, og hugna sær í síni egnu holu. Vimús eigur eina músaholu, og Vinus kann gera sær eina holu.
Aftur hesa ferð dettur ein góð bók úr bókahillini, tað er Abbi og eg og abbi, Vinus blaðar og Vimús lesur og at lesa eina góða bók er eisini hugnaligt.
Tá Vimús fer ørindi, fer Vinus at syngja og spæla ein sang, men knappliga bankar uppá, og Vinurin klívur inn gjøgnum vindeyga við einum heilt serligum ljóðføri, og kemur at spæla við ein sang um regn.
Og so vera smáteknifilmar at síggja inn í millum. Tað seinasta, sum eftir er at gera, er at tekna tað, sum hendi.
Og at siga: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til holuna: Band. Teppi. Krókar. Klædnatræ. Lummalykt. Keks.
Í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld klokkan hálvgum sjey. Og altíð á VIT-appini.
|