|
|
- føroysk røð frá 2002
Hóast myndevnini vóru einføld og lítillatin, so vísti Steffan Danielsen í sínum málningum, at hann hevði ein serligan ans fyri litbrøgdunum í føroysku náttúruni. Nólsoyingurin brúkti ein sermerktan grátónastíl, sum hevði dám av einum reinleika og frískleika og einum opnum sinni. Í sendingini hoyra vit eisini um Zacharias Heinesen úr Havn, sum í sínum málningum, leggur stóran dent á, at myndaflatan fær sítt egna yðjandi lív, har litfagrir litir renna saman í eina samljóðandi heild. Zacharias Heinesen var fyrsti føroyingurin, sum gekk á listaskúla í Íslandi. Arnold Vegghamar av Viðareiði málar eisini landsløg. Hansara málingastrok eru stutt og friðleys. Teir litsterku málningarnir eru á tremur við ógvusligum rørslum, sum hótta við at spreingja myndarammuna. At enda í sendingini hoyra vit um Tummas Arge úr Havn, sum upprunaliga var timburmaður. Hann fekk síðani útbúgving á listaakademiiunum í Keypmannahavn, men hann doyði einans 35 ára gamal. Málningarnir eftir hann fingu við sínum nýskapandi og listarliga dirvi stóran týdning fyri føroysku myndlistina. Bárður Jákupsson legði til rættis.
|