|
|
- donsk sendirøð
Betina og Rasmus hava áður verið við í sendingini, har tey sum nýggj foreldur leitaðu eftir einum húsi í Hillerød. Síðani tá er dóttir teirra, Emma, vorðin staðfest við cerebral paresu og hevur støðugt tørv á hjálp, og hennara mongu hjálpartól fylla nógv. Tí noyðist familjan aftur at leita eftir einum nýggjum heimi saman við Sara.
Nicoline og Christoffer skulu skifta sína lítlu íbúð í Aarhus út við eina eitt sindur størri íbúð í Keypmannahavn. Tey hava biðið Dilsad um hjálp, tí bústaðarmarknaðurin í Keypmannahavn er ein frumskógur, har tað er torført at fylgja við, tá ein ikki býr í nærumhvørvinum.
Framleiðsluár: 2026
|