|
|
- bretskt Oscar-vinnandi drama frá 2020
Anthony (Anthony Hopkins) lurtar eftir operu, spælir klassiskan tónleik og lesur kendar bókmenir. Men Anthony hevur Alzheimers, og tað gevur stórar avbjóðingar hjá umsorganarfullu dóttur hansara Annu (Olivia Colman). Hon roynir at fjálga um hann við at lata hann verða verandi í sínum egna, kenda umhvørvi. Men Anthony styggir allar heimahjálpirnar burtur, og sum frá líður, og hann missir takið á veruleikanum, noyðist Anna at taka ta tungu avgerðina - fyri seg sjálva og pápan. Anthony Hopkins vann Oscar fyri ?Besta mannliga høvuðsleiklut?, og filmurin fekk harafturat ein Oscar fyri ?Besta handrit?.
Við eru: Anthony: Anthony Hopkins, Anne: Olivia Colman og The Man: Mark Gatiss. Við eru eisini: The Woman: Olivia Williams. Laura: Imogen Poots. Paul: Rufus Sewell. Dr Sarai: Ayesha Dharker. Handrit: Chrostopher Hampton og Florian Zeller. Leikstj.: Florian Zeller.
Framl. ár: 2020
Aldursmark: 11
|