|
|
- donsk sendirøð (1:7)
Sofie og Joakim eru aftur í Vennely, har tey sum vant fáa hópin av góðum hugskotum um, hvussu gamla summarhúsið skal umvælast ? sjálvandi saman við teimum trimum føstu handverkarunum, Anders, Philip og Boris.
Ein heilt serlig sauna stendur ovarlaga á ynskilistanum. Anders og Philip hava funnið ein brúktan vita, sum skjótt er á veg til Langeland. Men er hann hóskandi, og hvussu langt inn í havan kann hann yvirhøvur koma? Sofie og hini mugu taka kjansin og stoypa eitt fundament til hann.
Upprunaheiti: Linde på Langeland
Framleiðsluár: 2026
|