Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: After These Messages, Aria, 1999
10-04-2021
'Rooftop', 'French Leave', og 'April Girl', tað eru nøkur av kendu løgunum á hesi fløgu frá 1999, sum vit tosa við bassistin, Erik Biskopstø, um.

Frammanundan hevði Aria havt løg á tveimum savnsfløgum, 'Rópið á Skuggarnar' og 'Rock í Føroyum 2'. Tað, saman við luttøku í Prix Føroyar kappingini, hevði longu givið bólkinum eitt navn. 'Rock í Føroyum' lagið, Shadow of a Doubt, hevði verið fremst á føroyska útvarpshittlistanum.

Tiskil var vegurin slóðaður fyri høvuðsverkinum, 'After These Messages', sum var til taks í apríl 1999. Tað er eisini tað, sum vit í hesum Temaplátu-tátti spæla og skifta orð við ein av bólkalimunum um. Sum eykatilfar hoyra vit ein ikki útgivnan Aria sang, og spæla eitt av album-løgunum í konsertversjón frá Summarfestivalinum 2018, ið heldur ikki hevur verið á útgávu. Plátubarrin 10. apríl 2021.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.
19-11-2022
Tann best umtókta útgávan hjá enska Spandau Ballet, ið inniheldur bólksins tvey størstu hitt; 'True' (UK nr. 1) og 'Gold' (UK nr. 2).
12-11-2022
Rokksangarin, Dan McCafferty, andaðist 8. nov. 2022. Síðan 1971 hevur hann saman við bólki sínum, Nazareth, ríkað okkum lívið við løgum sum Love Hurts og This Flight Tonight.
12-11-2022
Fyrsta og best umtókta útgávan hjá kaliforniska bólkinum, The Go-Go's, við Belindu Carlisle. Kendastu løgini eru: 'Our Lips Are Sealed' og 'We Got The Beat'.
05-11-2022
Ein tann mest seldu Queen útgávan, sum meira kann kallast eitt heildarverk, enn eitt singleplátusavn. Kend løg eru 'I Want It All', 'The Invisible Man', og 'Breakthru'.
29-10-2022
Triðbest umtókta albumið hjá Bon Jovi. Og meira búgvi enn tey undanfarnu. Størstu hittini eru 'Bed of Roses', 'Keep the Faith', og 'In These Arms'.
23-10-2022
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
01-09-2022
Hetta er tann ellinta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
25-08-2022
Hetta er tíggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
18-08-2022
Hetta er níggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
11-08-2022
Hetta er áttunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
04-08-2022