- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Ulitmate Classic Rock skrivar soleiðis um albumið: 'Meðan hinir samtíðarbólkarnir royndu at endurtaka sínar best umtóktu útgávur, fór Bon Jovi eina lítið gingna leið at enduruppfinna seg sjálvt við einum savni av kveikjandi løgum. Heitislagið, 'Keep the Faith', hevur eitt hendur upp-yvir-høvd niðurlag, 'Dry County' er tað mest ambitiøsa av teimum tólv á plátuni, 'Bed of Roses' enduruppfinnir power-balladuna, og 'I Believe' er ein kraftmikil og orkuríkur temasangur. At 'Dry County' var tað mest ambitiøsa kann fyrst og fremst forklárast við teimum 10 minuttunum, sum tað varir. Men onkur hevur eisini viðmerkt, at tað er hesin sangurin, sum staðfestir harðrokkin á plátuni.', metti UltimateClassicRock.
Hetta var eitt væleydnað framhald eftir drúgvan støðg í 17 mánaðir, tá New Jersey konsertferðin var endað í 1990 og umráðandi var at hava frí frá Bon Jovi. Tónleikararnir gjørdu ymiskt annað hesa tíðina; Richie Sambora og Jon Bon Jovi góvu solotilfar út, har eitt lag skilir seg út, nevniliga Hot 100 plettskotið, 'Blaze of Glory', sum Jon Bon Jovi hevði við í 1990 filminum, Young Guns II. Men í januar 1992 fóru teir aftur í studio at innspæla tað næsta og samstundis fimta Bon Jovi albumið, ið er tað, sum tú lurtar eftir nú.
Plátubarrin 22.10.22 (fyrsta sending vetrarskeiðið 2022-23)