Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 40 ár við 'The Number of the Beast'.
19-03-2022
Bruce Dickinson var nýggjur sangari og talan er um tann størsta varðan hjá hesum enska rokkbólki, Iron Maiden, við løgunum 'Run to the Hills' og 'The Number of the Beast'´.

Henda útgávan frá 22. mars í 1982 og konsertferðin eftir útgávu, The Beast on the Road, gav bólkinum eyknevnið The Beast; eitt navn, sum teir hava nýtt og havt at taka til, einamest í samband við konsert- og savnsalbum sum Best of the Beast og Visons of the Beast.

Sid Smith hjá BBC skrivaði, at ein lættliga tá í 1982 kundi ímynda sær niðurgangstíðir fyri Iron Maiden, tí nú tann triði sangarin var farin sín veg og eisini trupult var at halda uppá aðra partar av manniningini, vóru vánirnar ikki av teimum allarbestu.

Men so kom hann har við síni sandpappírs-sáru rødd í einum bombastiskum fasongi, hann, Bruce Dickinson, og Iron Maiden hevði vunnið sín fyrsta albumeittara á heimamarknaðinum, umframt at hol var sett á eina eisini í USA glæsiliga karrieru.

Tíðarritið Rolling Stone hevur 'The Number of the Beast' á fjórðaplássi á yvirlitinum við tær yvirhøvur 100 bestu metallpláturnar. Plátubarrin 19. mars 2022.

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
'Hálvantímatátturin': Hildið verður fram frá síðsta leygarkvøldi við Sweet løgum; hesaferð árini 1974 til 1978 + eykalag frá 1980. Sweet staðfestir sína støðu sum rokkbólkur.
27-11-2022
Heimsins mest selda album er 40 ár her í november 2022. Á tí eru kend løg sum 'Billie Jean', 'Beat It', 'Thriller', 'Human Nature', 'The Girl Is MIne', og onnur.
26-11-2022
'Hálvantímatátturin' er hesaferð ein ferð við bretska bólkinum, The Sweet, tey fyrstu hittárini frá 1971 til 1973. Vit hoyra menningina frá ovurløttum poppi til harðan rokk.
20-11-2022
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.
19-11-2022
Tann best umtókta útgávan hjá enska Spandau Ballet, ið inniheldur bólksins tvey størstu hitt; 'True' (UK nr. 1) og 'Gold' (UK nr. 2).
12-11-2022
Rokksangarin, Dan McCafferty, andaðist 8. nov. 2022. Síðan 1971 hevur hann saman við bólki sínum, Nazareth, ríkað okkum lívið við løgum sum Love Hurts og This Flight Tonight.
12-11-2022
Fyrsta og best umtókta útgávan hjá kaliforniska bólkinum, The Go-Go's, við Belindu Carlisle. Kendastu løgini eru: 'Our Lips Are Sealed' og 'We Got The Beat'.
05-11-2022
Ein tann mest seldu Queen útgávan, sum meira kann kallast eitt heildarverk, enn eitt singleplátusavn. Kend løg eru 'I Want It All', 'The Invisible Man', og 'Breakthru'.
29-10-2022
Triðbest umtókta albumið hjá Bon Jovi. Og meira búgvi enn tey undanfarnu. Størstu hittini eru 'Bed of Roses', 'Keep the Faith', og 'In These Arms'.
23-10-2022
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
01-09-2022
Hetta er tann ellinta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
25-08-2022