Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: FAME; filmur 1980 & sjónvarpsrøð 1982
04-12-2021
Irene Cara syngur best umtóktu løgini í sjálvum filminum, harav heitislagið, Fame, er tað kendasta. Hinvegin var Erica Gimpel mætasti sangarin í sjónvarpsrøðini.

'Starmaker' er best kenda lagið frá sjónvarpsrøðini Fame (1982), ið var eitt framhald frá sera vælumtókta biograf- og ungdómsfilminum, Fame (1980), hvørs heitislag var eitt diskotek-hitt.


Sjónvarpsversjónin av Fame við ungdómunum á einum ambisjøsum tónleika- og dramaskúla í New York City, var sera vælumtókt í londum sum Bretlandi, meðan filmurin vinnur samanberingina

á heimamarknaðinum, har hann eisini varð heiðraður við einum Oscari.

Plátubarrin 4. desember 2022

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.
19-11-2022
Tann best umtókta útgávan hjá enska Spandau Ballet, ið inniheldur bólksins tvey størstu hitt; 'True' (UK nr. 1) og 'Gold' (UK nr. 2).
12-11-2022
Rokksangarin, Dan McCafferty, andaðist 8. nov. 2022. Síðan 1971 hevur hann saman við bólki sínum, Nazareth, ríkað okkum lívið við løgum sum Love Hurts og This Flight Tonight.
12-11-2022
Fyrsta og best umtókta útgávan hjá kaliforniska bólkinum, The Go-Go's, við Belindu Carlisle. Kendastu løgini eru: 'Our Lips Are Sealed' og 'We Got The Beat'.
05-11-2022
Ein tann mest seldu Queen útgávan, sum meira kann kallast eitt heildarverk, enn eitt singleplátusavn. Kend løg eru 'I Want It All', 'The Invisible Man', og 'Breakthru'.
29-10-2022
Triðbest umtókta albumið hjá Bon Jovi. Og meira búgvi enn tey undanfarnu. Størstu hittini eru 'Bed of Roses', 'Keep the Faith', og 'In These Arms'.
23-10-2022
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
01-09-2022
Hetta er tann ellinta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
25-08-2022
Hetta er tíggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
18-08-2022
Hetta er níggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
11-08-2022
Hetta er áttunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
04-08-2022