Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Airplay', Airplay, 1980
09-04-2022
Gestur er Leivur Thomsen, ið bæði sigur frá og við gittara sínum illustrerar henda sokallaða 'west coast' tónleikavarða hjá kaliforniska 'eitt-album-bólkinum', Airplay.

Talan er um eina trio við David Foster, tangentar, Jay Graydon, gittar og sangur, og Tommy Funderbunk, sangur, tó útgávan í dag gongur fyri at vera ein duettpláta hjá Foster og Graydon. Stílurin er nógv samansettur við íblástri frá big-band-spæli, jazzutum poppi, sjeytiárarokki, o.ø.

Kendastu løgini eru 'After the Love has Gone' og 'Nothin' You Can Do About It', sum Jay Graydon og David Foster eisini høvdu givið út árið fyri í samstarvi við Earth Wind and Fire og The Manhattan Transfer.

Plátubarrin 9. apríl 2022
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Heimsins mest selda album er 40 ár her í november 2022. Á tí eru kend løg sum 'Billie Jean', 'Beat It', 'Thriller', 'Human Nature', 'The Girl Is MIne', og onnur.
26-11-2022
'Hálvantímatátturin' er hesaferð ein ferð við bretska bólkinum, The Sweet, tey fyrstu hittárini frá 1971 til 1973. Vit hoyra menningina frá ovurløttum poppi til harðan rokk.
20-11-2022
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.
19-11-2022
Tann best umtókta útgávan hjá enska Spandau Ballet, ið inniheldur bólksins tvey størstu hitt; 'True' (UK nr. 1) og 'Gold' (UK nr. 2).
12-11-2022
Rokksangarin, Dan McCafferty, andaðist 8. nov. 2022. Síðan 1971 hevur hann saman við bólki sínum, Nazareth, ríkað okkum lívið við løgum sum Love Hurts og This Flight Tonight.
12-11-2022
Fyrsta og best umtókta útgávan hjá kaliforniska bólkinum, The Go-Go's, við Belindu Carlisle. Kendastu løgini eru: 'Our Lips Are Sealed' og 'We Got The Beat'.
05-11-2022
Ein tann mest seldu Queen útgávan, sum meira kann kallast eitt heildarverk, enn eitt singleplátusavn. Kend løg eru 'I Want It All', 'The Invisible Man', og 'Breakthru'.
29-10-2022
Triðbest umtókta albumið hjá Bon Jovi. Og meira búgvi enn tey undanfarnu. Størstu hittini eru 'Bed of Roses', 'Keep the Faith', og 'In These Arms'.
23-10-2022
Hetta er tann trettanda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
08-09-2022
Hetta er tann tólvta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
01-09-2022
Hetta er tann ellinta sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
25-08-2022
Hetta er tíggjunda sendingin í røðini við Minibarrum í summar, her lagaskráirnar eru frá 'For Fuld Musik' savnsplátum, ið givnar vórðu út árini 1983 til 1989.
18-08-2022