- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! kirkjan: Eitt friðarligt stað mitt í rokanum
Beint omanfyri pallin á sandinum liggur ein kirkja í tí, sum mest líkist einum gomlum fjósi. Röddin stakk á inn á gólvið hjá G! kirkjuni, har vit møttu Ísak Petersen og Eyð H. Steintún.
- G! kirkjan er eitt friðarligt stað, har ikki so nógv hendir. Aftanfyri kirkjuna kann mann fáa sær eitt prát, spyrja spurningar um trúgv ella bara tað, einum lystir, greiðir Ísak Petersen frá. Í løtuni gongur hann á bíbliuskúla í Onglandi, har hann m.a. hevur leitt lovsong í fongslum, givið fólkum í redlight district at eta og hjálpt heimleysum.
- Tað er ikki tí, at vit hava svar uppá alt. Vit vilja bara gjarna opna dialogin og hjálpa teimum, ið ynskja tað, leggur hann afturat. Tey í festivalkirkjuni ætla sær ikki út á økið at uppsøkja fólk. Meiningin er hinvegin, at kirkjan er eitt lítið frístað á festivalinum, har tey, sum hava hug, kunnu støkka inná gólvið.
G! kirkjan er ikki eitt nýtt konsept á festivalinum, men hevur eisini verið undanfarin ár, inntil hon datt niðurfyri fyri tveimum árum síðan. Tað eru Arni Zachariassen, Maria Jørðdal Niclasen, Marjun Bæk og onnur, ið hava tikið stig til at endurstovna festivalkirkjuna. Kirkjan er eitt samstarv millum nógvar ymiskar samkomur og er ætlað øllum.
Spurd, hví mann yvirhøvur skal hava eina festivalkirkju, svara Ísak og Eyð:
- Vit halda, at tað er umráðandi at vísa alt spektrummið av fólkum, sum búgva í Føroyum, og at mann hevur okkurt til øll. Har eru eisini trúgvandi fólk, sum fara á G!, so tað er fínt, at onkur tilboð eisini eru til tey.
Leygarmorgun kl 11.15 verður ein traditionell gudstænasta umborð á Norðlýsinum við altargongd, kingokórið og limum úr kórinum Mpiri. Festivalkirkjan bjóðar eisini fótatvátt ymisk tíðspunkt á degnum. Maria Jørðdal Niclasen, prestur og ein av stigtakarunum, ger greitt, at kirkjan er fyri øll, so mann er eisini vælkomin at vitja kirkjuna, hóast ein kenning er farin niður um.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |