Kirkjan skal vera har, sum fólkið er

Kirkjan skal vera har, sum fólkið er
Vit eru avgjørt ein partur av festivalinum, sigur Maria Jørðdal Niclasen, fyriskipari av G! kirkjuni
18.07.2015 - 18:45

Í luftini hongur angin av hoyggi og kaffi, og veggirnir eru prýddir við smáum perum, glaskúlum, og Jesus-málningum úr plexiglasi. Vit eru stødd í G! kirkjuni, sum vanliga er eitt hoyggjhús, til eitt prát við Mariu Jørðdal Niclasen, ið er fyriskiparin av festivalkirkjuni.

 

 

 

Vit eru so heppin, at vit eru so mikið sentralt í bygdini, sigur Maria, ið dagliga starvast sum prestur í Norðurstreymoy. G! kirkjan er eitt friðaligt rúm mitt í øllum hurlivasanum í Syðrugøtu, har fólk kunnu koma inn og slappa av, løða upp aftur, fáa sær kaffi, te og muffins ella tosa við onkran av teimum, sum eru her. Tað eru altíð fólk at tosa við, meðan kirkjan er opin.

 

EItt alternativ

- Vit eru avgjørt ein partur av festivalinum. Men eg haldi samstundis eisini, at mann kann siga, at vit eru eitt alternativ til tann harða tónleikin og tað, sum annars gongur fyri seg á festivalinum.

 

 

Summi undrast kanska á, hvat endamálið við eini slíkari kirkju er. Men Maria heldur fast við, at tað er eitt gott hugskot, at hava kirkju á G!, tí tað er eitt stað har, sum nógv fólk koma.

 

- Tað er avgjørt ein alternativur máti at vera kirkja uppá, men hetta er eisini eitt alternativt vikuskifti fyri nógv. Tað er gott at fara út um okkara egnu fýra veggir; út um tað, sum vit vanliga seta í samband við, hvat ein kirkja er. Vit skulu ikki bara vænta, at fólkið skal vera har, sum vit eru, men mugu eisini fara út har, sum tey eru.  

 

G! kirkjan er eitt tvørkirkjuligt átak og hevur sum endamál, at kirkjan skal koma út um sína egnu comfort-zone og samstundis eisini at vera har, sum pulsurin er, har ið hon kann bjóða tað frirúmið, sum kanska manglar.

 

 

Øllum dámar ikki eins væl, at ein kirkja er inni á festivaløkinum, og summi undrast á, um virðir skulu offrast fyri at røkka fólkum. Men Maria heldur, at tað kemur an upp á, hvørja definitión mann hevur av eini kirkju.

 

- Karmarnir eru øgiliga alternativir, men hinvegin so kann mann eisini siga, at vit fanga øgiliga nógv av tí traditionella við t.d at hava eina guðstænastu, sum eisini er blivin ein fastur partur av festivalskránni tey seinastu trý árini. Vit skulu eisini tora at hugsa alternativt. Tankin, um at vit selja út, er heilt sikkurt ein tanki, sum fleiri hugsa, tí at tey halda, at kirkjan ikki skal vera ein kirkja uttan fyri tær rammurnar, sum vit vanligt kenna. Men hinvegin so haldi eg, at mann nemliga skal vera kirkja, har sum fólkið er. Og so kann tað tulkast, sum mann nú hevur hug til at tulka tað.

 

Góð móttøka

Tó heldur Maria, at móttøkan hevur verið sera góð. Vit hava ein nokkso stóran streym av fólki um kvøldið, tá fleiri fólk eru á økinum, men eisini ígjøgnum dagin koma fleiri fólk framvið til ein kaffimunn, sigur hon og ballar seg inn í eitt av mongu teppunum, ið liggja á sofuni. 

 

- Summi hava havt gleði av, at onkur hevur verið her at tosa við, og onnur hava havt gleði av at slappa av, áðrenn tey fara út aftur. Guðstænastan var eisini sera væl móttikin. Vit fyltu fjósið í morgun, og koyra ein traditionellan og alternativan stíl í senn. Tað hevur verið ein góð blanding.

 

 

Myndir: © Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.