- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentan framman fyri myndatólinum

- Eg eri ung, og í frítíðini eri eg Armgarð. Eg eri avslappað og fari ikki heim við modellarbeiðnum. Summi hava ilt av hesum, men tað er bara nakað, sum eg havi valt at gjørt. Eg fari ikki at ganga runt sum ein reikandi reklama og uppføra meg sum ein modell og ganga í modellklæðunum vanliga. Tað eru nógvar modellir, sum gera tað, og satt at siga blíva til nakrar dukkur. Men soleiðis eri eg ikki. Eg eri ein persónur, men so tá ið eg eri arbeiðis, kann eg vera ein postalínsdukka. Eg vænti, at eg hevði verið skitsofren annars, sigur Armgarð Mortensen í samrøðu við Röddina.
- Skúlatingini má eg gera í fríkorterunum í skúlanum, ella meðan eg bíði eftir bussinum, tí eg havi ikki tíð at gera tey heima. Onkuntíð havi eg eisini havt nøkur eyka stressandi tíðarskeið, og tá má eg bara siga við vinfólkini, at eg fari at vera vekk í eina tíð, men at eg ikki havi gloymt tey ella nakað.
Armgarð Gundardóttir Mortensen er fyri stuttum fylt átjan ár og er júst liðug við 1.s í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tit kennast nokk við navnið, ella møguliga kennast tit betur við andlitið á myndini. Armgarð arbeiðir nevnliga m.a. sum modell, og tey síðstu tvey árini hevur tað verið nógv at sæð til hennara.
- Eg møtti Miriam á G! fyri tveimum árum síðani. Eg fór yvir til hana og heilsaði upp á hana. Ræðuliga flóvisligsøga, men líkamikið. Nakrar fáar dagar eftir ringdi Miriam so til mín. Hon hevði leitað eftir einari modell, sæð eina hjá G&G og ringir so til mín. Tá finnur hon útav, at eg var gentan, hon hevði tosað við á G!, fortelur Armgarð.
Armgarð var einans 16 ára gomul, tá ið samstarvið við Miriam&Janus byrjaði, so foreldur hennara máttu skriva undir uppá, at Armgarð slapp at standa modell hjá teimum.
- Miriam og Janus eru tey fittastu fólkini á jørðini, og tey eru míni „fotograf-foreldur“, um mann kann siga tað soleiðis.
Samstarvið við Sakaris Stórá
Í yngru árunum var Armgarð nógv virkin í sjónleiki og var m.a. við í einum jólakalendara hjá KVF, Vitin. Í fjør royndi hon seg so aftur í livandi myndum og slapp at vera við í stuttfilminum Summarnátt eftir Sakaris Stórá. Filmurin við Armgarð í høvuðsleiklutinum sum Maria fekk góða móttøku og vann filmsheiðurslønina Geytin, ið tá varð givin á fyrsta sinni.
- Eg havi fyrr verið við í filmsupptøkum, men hetta er ræðuliga nógv størri. Og um eg samanberi Summarnátt við Vetrarmorgun, sum vit nú hava upptikið, so er tað eisini ræðuliga nógv størri. Nógv verri og meira krevjandi av bæði leikarum og leikstjóranum. Eg takki Sakaris fyri at hava givið mær møguleikan at vera við, tí tað er so ræðuliga kul. Tá eg fór til upptøkuroynd hjá honum, hevði hann ikki ánilsi fyri, hvør eg var. Tað var gott, tí um hann hevði vitað, at eg var modell, so hevði hann aldrin valt meg. Tað sigur hann eisini sjálvur, greiðir Armgarð frá.
At standa framman fyri myndatólinum
Á Facebook hava verið nógvar myndir av Armgarð, ið hava ferðast runt. Á einari mynd situr hon við einglaveingjum á einum vatni. Og so er tað myndarøðin Agnas, føroyska drotningin, har Armgarð situr hálvnakin í kava langt uppi í fjøllunum.
- Tú ert úti. Tú frystir. Tað er kalt. Mann byrjar at fáa krampa, og mann stendur hálvnakin á einum ísakøldum steini. Tá er tað onkuntíð ringt at halda stýr á kroppinum, fortelur Armgarð.
Spurd um hon aldri er bangin fyri at standa framman fyri myndatólinum og fyri, hvussu hon sær út, er Armgarð skjót at rista við høvdinum.
- Tað hevur aldrin verið so, at eg eri bangin fyri ikki síggja gott út á einari mynd. Tað snýr seg um at bera nakað fram, so at myndin hevur ein djúpari týdning enn „ein genta á einari mynd“. Í byrjanini var eg kanska eitt sindur bangin, tí eg visti ikki, um eg dugdi. Men so tá ið mann hevur funnið útav, at mann faktiskt dugir okkurt, og fólk eru áhugað í tær, so er tað eingin trupulleiki.
- Aftanfyri myndatólið ger mann ongantíð tað sama, tí tað avhongur alt av, hvør fotografurin er, og hvat hann vil hava. Eg gevi eitt boð upp á tað, sum tey hava greitt frá um, og vit arbeiða har frá. Um tað ikki er akkurát tað, tey vilja hava, so broyta vit tað, til vit fáa tað rætta úrslitið. So tað snýr seg um at finna eina semju. Eg avgeri einki. Eg eri ein postalínsdukka, sum ger tað, sum tey vilja hava.
- Tað er rættiliga avmarkað, hvat tú fært tíð til. Tað, at vera modell, ger, at mann er ógvuliga upptikin. Tað er ikki bara at standa frammanfyri myndatólinum, men tað er nógv arbeiði aftanfyri. Tað er sum, tá ið mann venur okkurt. Mann má allatíðina vera í venjing og hava konditiónina. Men tað er eisini tað, sum er tað stuttliga. At fáa myndina og at síggja hana er bara bonus. Aftanfyri myndina er tá tú gert klæðini, ger hárið, finnur eitt stað, pósar, og tað er tað, sum er tað feita.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




