Urbanus um at remiksa danskar superstjørnur, yrkisleið og Swangah

Urbanus um at remiksa danskar superstjørnur, yrkisleið og Swangah
- Dreymurin er sjálvandi at arbeiða saman við onkrum tónleikarum, sum mær dámar væl, sigur evnaríki Urbanus Olsen, sum m.a. hevur remiksað USO og Alphabeat, í samrøðu við Röddina.
18.07.2013 - 16:15

- Dreymurin er sjálvandi at arbeiða saman við onkrum tónleikarum, sum mær dámar væl, sigur evnaríki Urbanus Olsen í samrøðu við Röddina.

25 ára gamli Urbanus Olsen er uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Hóast tey flestu kenna og seta navnið Urbanus í samband við tónleik, siglir ungi tónleikarin eisini við Norðborg, og hevur hann gjørt tað í nøkur ár. Röddin hevur sett Urbanusi nakrar skjótar spurningar viðvíkjandi tónleikinum, hvussu tónleikaliga leiðin byrjaði, og hvar áhugin kemur frá.

Eir Nolsøe og Anna Maria Dam Ziska
info@roddin.fo
 

URBANUS er eftir hondini vorðið eitt kent navn innan føroyska tónleikaheimin, og eisini uttanum landoddarnar hevur ungi tónleikarin gjørt um seg. Men hvussu byrjaði tónleikaleiðin, og hvaðani kemur áhugin frá? Tað hava vit spurt Urbanus:

- Eg veit ikki heilt, hvussu alt byrjaði, men tað var nokk við elektroniskum tónleiki, tá ið Jan Nystrøm vísti mær Reason, eitt forrit at gera tónleik við. Eg slapp so at lána fløguna at leggja á telduna hjá mær. Áðrenn tað hevði eg bara roynt at gjørt ymiskt við Guitar Pro, eitt midi forrit, sum satt at siga var fínt at læra seg við, men tað hevði hóast alt bara midi ljóð. Eg spæli eisini gittara, men eg vil kortini ikki siga, at eg eri nakar góður gittarspælari.

- Eg haldi, eg byrjaði av álvara at fáa áhuga fyri elektroniskum tónleiki, tá eg hoyrdi Kavinsky, Sebastian, Mr Oizo, Daft Punk og allar teir fyri fyrstu ferð. Eg var øgiliga hugtikin av tí, og tað blívur eisini við at verða líka gott. Eg byrjaði fyrst at gera elektroniskan tónleik við The Ghost, men eg havi allatíð gjørt ymiskt annað fyri meg sjálvan eisini.

- Eg fái íblástur frá øllum tónleiki, eg hoyri. Tað er torført at siga, júst hvar ein fær íblásturin frá, tað kann jú vera so nógv, men tað er sjálvandi mest frá elektronisku greinini, sigur Urbanus.

Urbanus hevur í seinastuni samstarvast við bólkin Swangah um nýggju útgávu teirra 'Undirgangstónar'. Hetta hevur verið ein stór, men spennandi, avbjóðing, sigur hann:

- Eg og Eyðun Müller Thomsen havi framleitt meginpartin av løgunum á fløguni hjá Swangah. Eg havi gjørt beats, og Eyðun hevur tikið røddir upp o.s.fr. Tað hevur verið spennandi og øðrvísi at gera hiphop. Eg havi ongantíð gjørt nakað hiphop áður, so tað hevur verið ein stór avbjóðing, men eg haldi hóast alt, at tað er komið nógv gott burturúr. Steen og Ragnar eru ótrúliga dugnaligir til at skriva tekstir og fáa flow í, og eg haldi, at teir hava ment seg øgiliga nógv síðani seinastu fløguna.

Tað er ikki bara her heima, at Urbanus er væl umtóktur. Urbanus hevur eisini remiksað stór donsk nøvn sum t.d. USO og Alphabeat:

- Eg havi remiksað løgini, tí ein fýrur frá einum forlagið, sum eitur Goodsongs Publishing, í Danmark setti seg í samband við meg, aftaná at hann hevði hoyrt Pieces. Hann spurdi, um eg tímdi at miksa onkur løg. Eg varð biðin um at remiksa Alphabeat lagið næstan beinanvegin, og teir vóru væl nøgdir. Síðani tað havi eg fingið USO at remiksa, og KATO havi eg satt at siga eisini remiksað, men eg veit ikki, um tað kemur út. Eg havi altíð viljað remiksað ymisk stór nøvn, og hasi eru rættiliga stór her í Evropa og Danmark, so tað, haldi eg, er kul. Vónandi koma fleiri møguleikar viðvíkjandi remiksum, greiðir Urbanus frá.

Fyri áleið hálvum øðrum ári síðani hevði Urbanus sína frumroynd sum einstaklingur við lagnum Pieces, har Guðrun Pætursdóttir Háberg syngur við. Hvussu hevur hann so ment síðani tá, og er nakað nýtt tilfar á veg?

- Eg havi lært nógv nýggj ting ta seinastu tíðina. Eg haldi so avgjørt, at eg havi fingið betur stýr á programmering, miksing, ljóð o.s.fr.

- Eg geri allatíð nýtt tilfar og koyri tað út á netið so við og við, men eg arbeiði ikki á nakra fløgu útgávu. Tá eg fór í holt við hesa verkætlanina, hugsaði eg, at eg skuldi bara gera akkurát, hvat eg hevði hug til og ikki halda meg til nakað sum helst. So tað verður soleiðis, at bara einstakir sangir koma út, tá teir eru lidnir. Tað kann eisini vera, at eg flyti meg rættiliga nógv tónleikaliga ímillum løgini, so tað er ikki so nógvur samanhangur í enn, men kanska einaferð í framtíðini kemur ein fløga, sigur Urbanus.

Hvat er so dreymurin?

- Dreymurin er sjálvandi at arbeiða uppá eitt lag saman við onkrum tónleikarum, sum eg dámi væl, og so hevði tað eisini verið kul at spælt onkrar konsertir við DJ setti. Eg eigi ta fyrstu sum einstaklingur til góðar enn, sigur Urbanus at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.