Føroyskur fotografur millum 15 teir bestu í kapping hjá National Geographic

Føroyskur fotografur millum 15 teir bestu í kapping hjá National Geographic
Føroyski myndamaðurin og grafikarin Hans Juul Nystrøm Hansen eigur eina av myndunum, sum er vald at vera millum 15 tær bestu, í kapping hjá National Geographic.
26.07.2013 - 14:30

 

Í ár vóru 15.628 myndir sendar inn til árligu kappingina National Geographic Traveler 2013. Vitjandi á heimasíðuni hjá National Geographic velja bestu myndina, ið vinnur Viewers Choice-heiðurslønina. Ímillum tær 15 myndirnar, ið lesararnir hjá National Geographic-heimasíðuni meta vera best í ár, er myndin hjá føroyinginum Hans Juul Nystrøm Hansen. Myndin hjá Hans Juul er av Gásadali og varð tikin í august í fjør.

 

Í næstu viku verður kunngjørt, hvør av teimum 15 myndunum vinnur serliga heiðurin Viewers Choice Award og eina 10 daga rannsóknarferð fyri tvey til Galápagos.

 

Myndin hjá Hans Juul varð fyrr í ár eisini vald út sum yndismyndin ta einu vikuna hjá fólkunum handan National Geographic-heimasíðuna, ið hevur fleiri hundraðtúsund vitjandi úr øllum heiminum hvønn dag.

 

- Um eina viku verður úrslitið kunngjørt, men eg eri longu meira enn væl nøgdur við úrslitið, skrivar Hans Juul Nystrøm Hansen m.a. á Facebook-síðu sínari. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.