SIC á W.E.T stage í dag

SIC á W.E.T stage í dag
Tað er í dag klokkan 15:25, at SIC skal á pallin at royna seg í finaluni í altjóða Wacken Metal Battle. Saman við bólkum frá yvir 30 øðrum londum fer tungmálsbólkurin at kappast um ein plátusáttmála frá Nuclear Blast Records.
31.07.2013 - 10:30

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í mars var Wacken Metal Battle Føroyar hildið í Sjónleikarhúsinum, har átta føroyskir tungmálmsbólkar framførdu. Wacken Metal Battle Føroyar er eitt tónleikatiltak og ein undankapping til at sleppa at spæla á stóra týska festivalinum Wacken. At SIC skuldi umboða Føroyar í altjóða tiltakinum varð avgjørt tann 16. mars, tá ið tungmálmsbólkurin vann føroyska umfarið av tiltakinum. Vinnarin av hesu altjóða kappingini í fjør var umboðið úr Føroyum, Hamferð.

 

Framførslan hjá SIC verður klokkan 15:25 á W.E.T stage. Tá ið allir bólkarnir hava framført, verður síðani eitt finaluumfar, og besti bólkurn vinnur ein plátusáttmala frá týska risa plátufelagnum Nuclear Blast Records.

 

Á stóra festivalinum sleppa øll londini, ið eru við í kappingini, at hava eitt dómaraumboð, og í ár er tað Teitur Egholm Fossaberg. Teitur Egholm Fossabeg umboðar eisini saman við Fróða Tóralvssyni Stenberg, ið var føroyska dómaraumboðið á festivalinum í fjør, „Upp við Hornunum“, ið er ein áhugabólkur innan tungmálmstónleik.

 

Röddin ynskir SIC góða eydnu í dag!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.