Útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum: The Absent Silver King

Mynd: © Jón Sonni Jensen
Útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum: The Absent Silver King
Teir vunnu Sement 2013, framførdu á G!, og leygarkvøldið tann 3. august verður útgávukonsertin.
01.08.2013 - 20:15

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Bólkurin The Absent Silver King hevur verið til í gott hálvt ár, og síðani føðingina hava teir verið rættiliga virknir, nógv umrøddir og hava spælt nógvar konsertir. Eins og nevnt omanfyri vunnu teir Sement 2013, framførdu á G!-festivalinum, og nú er tað so debutfløgan, ið er á skránni. Ein LP pláta og fløga er á veg út á marknaðin, og afturat útgávuni er eisini eitt stuttsøgu- og yrkingasavn eftir forsangaranum, Trygva Danielsen. Fløgan varð upptikin live uppá tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara.

 

The Absent Silver King er myndaður av Boga á Lakjuni, Per I. Højgaard Petersen, Karl Andrias Stóra, Jón McGavin, Trygva Danielsen og Mattias Kapnas, og leygardagin verður útgávukonsertin við fyrstu fløgu teirra.

 

Útgávukonsertin verður í Sjónleikarhúsinum, og dyrnar lata upp klokkan 22:00. Konsertin byrjar ikki fyrr enn klokkan 23:00, men tað er avmarkað atgongd, so far inn, tá ið dyrnar opna, sikkra tær pláss og hugna, áðrenn konsertin fer í gongd. Atgongumerki fáast við dyrnar fyri 100 kr.

 

Her ber til at hoyra fyrsta staklagið av plátuni 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.