Hevur tú tikið bestu summarmyndina 2013?

Hevur tú tikið bestu summarmyndina 2013?
Send okkum tína bestu summarmynd innan 23. august og vinn eitt gávukort á 1000 kr. til Etika, Hvonn ella Koks og ein kassa av øl.
07.08.2013 - 16:45

 

Summarið gongur altíð alt ov skjótt, og nú er summarið 2013 eisini farið at halla. Röddin vil gjarna takka fyri eitt fantastiskt summar við eini myndakapping. Send okkum tína bestu summarmynd frá summarinum 2013, og tú hevur møguleikan at vinna eitt gávukort á 1000 kr. til Etika, Koks ella Hvonn og ein kassa av øl. Næstbesta myndin vinnur eitt gávukort á 500 kr. til Etika, Hvonn ella Koks. Einasta treytin er, at myndin er tikin í Føroyum á sumri 2013. 

 

Myndirnar skulu sendast til info@roddin.fo, og navn og telefonnummar skulu viðmerkjast. Freistin at senda myndir inn er 23. august. Röddin tilskilar sær rætt at avlýsa kappingina, koma ov fáar myndir inn.  

 

Takk fyri eitt fantastiskt summar! Hetta vikuskiftið verða vit stødd í Klaksvík á Summarfestival, so fylgið við komandi dagarnar, tá myndir, sjónbond og annað verður lagt út.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.