Tá tey vóru ung

Tá tey vóru ung
Hvør var Obama, áðrenn hann var Obama? Síggj myndirnar av nøkrum av heimsins máttmiklastu menniskjum, tá tey enn vóru ung og grøn
08.10.2015 - 11:15

Hilary Clinton

Fyrrverandi forsetafrúgv og ráðharri. Núverandi valevni til komandi amerikanska forsetavalið í 2016.

Myndin frá 1969 vísir eina 22 ára gamla Hilary Diane Rodham í einari av stovunum í Wellesey College.

 

 

Elisabeth II

Drotning í Bretlandi, Kanada, Avstralia og Nýsælandi.

Myndin frá 1945 vísir Elizabeth prinsessu í holt við sína verjuskyldu undir seinna heimsbardaga.

 

 

Barack Obama

Núverandi forsetin í Amerika.

Ein einans 19 ára gamal Barack Hussein Obama situr á sofuni hjá einum vinmanni og roykir eina sigarett. Myndin er tikin í 1980.

 

 

Martin Luther King, Jr.

Prestur og høvuðsmaður fyri amerikansku borgararættindarørsluni í 60'unum.

Myndin frá 1935 vísir ein einans seks ára gamlan Martin.

 

 

Bill Clinton

Tann 42. amerikanski forsetin.

Myndin frá 1963 vísir tann einans 17 ára gamla William Jefferson Clinton, sum tekur í hondina á táverandi forsetanum John F. Kennedy.

 

 

Dilma Rousseff

Núverandi forsetin í Brasilia.

Mugshottið frá 1970 er av eini 23 ára gamlari Dilma Vana Rousseff, tá hon bleiv handtikin fyri at hava luttikið í eini geriljarørslu, ið bardist ímóti táverandi diktaturstjórnini.

 

 

Donald Trump

Kendur íverksetari og valevni til amerikanska forsetavalið í 2016.

Donald John Trump sum 18 ára gamal studentur í The New York Military Academy í 1964.

 

 

Vladimir Putin

Núverandi forsetin í Russlandi.

Ein floksmynd úr 1970 har Vladimir Vladimirovich Putin er 18 ára gamal.

 

 

Angela Merkel

Politikari og granskari, og núverandi kanslari í Týsklandi.

17 ára gamla Angela Dorothea Merkel, ílatin í sínum Freie Deutche Jugend jakka, fær eina medalju fyri síni sosialu og akademisku avrik í 1971.

 

 

Joseph Stalin

Fyrrverandi leiðari av Sovjetsamveldinum.

Myndin frá 1902 vísir ein 24 ára gamlan Iosif Vissarionovich Dzugashvili, áðrenn hann bleiv Stalin. 

 

 

Albert Einstein

Heimskendur teoretiskur alisfrøðingur.

Tann 14 ára gamli Albert poserar fyri myndatólinum í 1893.

 

 

Bill Gates

Ein av stovnarunum av Microsoft.


Eitt mugshot av tí 22 ára gamla William Henry Gates, ið bleiv tikið í 1977, tá hann varð handtikin fyri brot á ferðslulógina.

 

 

Francis Pávi

Tann 266. pávin hjá katólsku kirkjuni.

Jorge Mario Bergoglio sum tannáringur í Buenos Aires.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.