Summarmynd 2013

Summarmynd 2013
Fríggjadagin var seinasta freist at senda inn til myndakappingina hjá Röddini, har leitað varð eftir tí bestu summarmyndini. Hepni vinnarin av kappingini gjørdist Joan Iris Samson.
26.08.2013 - 22:00

 

Redaktiónin
info@roddin.fo

 

Fríggjadagin endaði okkara summarkapping, har møguligt hevur verið at sent eina mynd inn, ið er tikin í summar. Myndin skuldi lýsa føroyska summarið, og tað, ið eyðkennir ljósu og langu dagarnar her heima. Hepni vinnarin av kappingini gjørdist Joan Iris Samson við myndini, ið kann síggjast omanfyri.


Útsýnið á myndini er sera vakurt. Ein stórur dalur er frammanfyri okkum, tað er klárt í erva, men niðari partur av myndini er dekkaður av pollamjørka. Hetta er tó ikki bara ein pen mynd, ið avmyndar eitt pent landslag. Í fokus á myndini síggja vit tvey pør av beinum, og hetta gevur myndini persónligheit. Ein fitt og stuttlig summarmynd, ið lýsir sera væl ein góðveðursdag í Føroyum.

 

Á øðrum plássi er myndin hjá Boga Olsen, ið hann nevnir “The Boys are back in Town“. Ein væl fangað løta og gott myndevni.


Röddin vil ynskja Joan og Boga hjartaliga til lukku, takka øllum, ið luttóku í kappingini, og enn einaferð takka fyri eitt fantastiskt summar!

 

Allar myndirnar, ið vórðu sendar inn, kunnu síggjast her!
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.