- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elin á Rógvi vann við “Sangur í mjørka“
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Í fjør kunngjørdi Havnar Sjónleikarfelag kappingina “Ber til at gera sangleik við barnarímum hjá Hans Andrias Djurhuus“. Hans Andrias Djurhuus er kent skald í Føroyum, og í ár eru tað 130 ár liðin, síðan hann varð føddur. Hans Andrias Djurhuus er tó mest kendur fyri barnarímurnar, og av tí sama valdi Havnar Sjónleikarfelag at skriva út kapping í samband við hetta.
Kappingini snúði seg í stuttum um at skriva ein barnasangleik, sum nýtir barnarímur í leikgongdini. Evnið var frítt, og frítt var eisini, hvussu barnaríman skuldi nýtast. Freistin at senda inn var 3. apríl.
Tað var sangleikurin hjá Elin á Rógvi, “Sangur í mjørka“, ið vann kappingina og virðislønina á 25.000 krónur. Dómsnevndin var sera samd um, hvør vinnarin skuldi verða, og lýsti leikin sum “ein hugaheim, har sangir og søguverur og søguheimurin hjá Hans Andriasi natúrliga knýta seg til persónar og hendingar í leikinum.“
Havnar Sjónleikarfelag er longu farið undir fyrireikingarnar til leikin, og framførslurnar verða í heyst.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |