Koppseting álvarslig hjáárin

Koppseting álvarslig hjáárin
Á hvørjum ári lata gentur og kvinnur seg koppseta ímótir lívmóðurhálskrabba. Í Danmark hava yvir 400.000 gentur fingið koppsetingina, men nú byrja fleiri teirra at fáa álvarslig hjáárin.
28.08.2013 - 16:00


Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo


Á hvørjum ári doyggja fleiri hundraðtúsund kvinnur kring um í heiminum av lívmóðurhálskrabba, og í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur árliga staðfest sjúkuna. Týdningarmikið er at lata seg koppseta ímóti sjúkuni, áðrenn mann verður seksuelt virkin, og í 2010 gjørdist møguligt hjá øllum gentum at fáa ókeypis koppseting, tá tær fyltu 13 ár.

 

Í Danmark hevur ein trupulleiki nú tikið seg upp, og fleiri gentur hava fingið álvarslig hjáárin av koppsetingini. Hetta skrivar BT í gjár. Áhaldandi høvuðpína, búkpína, ørilsi, trupulleikar við minninum og sansunum eru bara nøkur av hjáárinunum, sum Vaccinationsforum hevur staðfest.

 

 

Eisini í Japan kenna tey til hesar trupulleikarnar, og japanska stjórnin er nú steðgað við at viðmæla koppsetingina ímóti lívmóðurhálskrabba og ávarar borgarunum ímóti at taka sproytuna.

 

- Eg eri nú sum fráliðið so mikið væl ávarað um hjáárini frá koppsetingini ímóti lívmóðurhálskrabba - bæði í Danmark og aðra staðni í heiminum - at eg haldi, at tað eru uppá tíðina, at okkurt verður gjørt við tað. Genturnar, ið hava latið seg koppsett, hava alsamt fingið at vita, at tær ikki fara at fáa álvarslig hjáárin, sigur Elsa Jensen frá Vaccinationsforum um støðuna í Danmark. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.